Elektrikkarar
Sveinabræv sum elektrikari/installatør. Eitt høvuðskrav fyri at kunna arbeiða sum sjálvstøðugur elektrikkari á verkætlanum í Norra, er ein sokallað DSB góðkenning. Hetta er ein norsk góðkenning av tínari elektrikkara útbúgving í heimlandinum. Á summum verkætlanum kann ein fáa starv sum hjálpar elektrikkari uttan DSB, - men tað er undantaksvís.
Fyri at fáa DSB góðkenning krevst ein váttan frá einum av tínum arbeiðsgevaru í heimlandinum, ið váttar, at tú hevur arbeitt sum sjálvstøðugur, útbúgvin, elektrikkari í tvey ár.
Faroe Offshore Service hjálpir tær fegin at søkja um DSB.
Tess fleiri prógv umsøkjarar hava, so sum FSE, EX, AT/SJA, Fallsikrings- og Fyrstahjálparaprógv, tess betur eru starvsmøguleikarnir. Krav er tó ikki altíð til hesi prógv frá viðskiftafólki okkara, men vit vilja mæla umsøkjarum til at útvega sær hesi.
Skal ein arbeiða í Offshore, so er krav, at ein hevur eitt sokallað Offshore-skeið. Hetta skeið kann takast í Føroyum hjá Sjónám í Klaksvík - www.seasafe.fo. Faroe Offshore Service skipar regluliga fyri bólkaskeiðum hjá Sjónámi. Set teg ísamband við okkum, um tú hevur áhuga. Fyri at kunna taka Offshore skeið krevst galdandi heilsuváttan. Offshore skeiðið er galdandi í 4 ár.
Turið Holm Johannesen (222555) er góðkendur petroliumslækni í Norra, og sjóvinnulækni í Føroyum, og hevur mynduleika at skriva út heilsuváttan. Eisini hava Georg Egholm (512602) og Pál Weihe (216696) læknar útvegað hesa heilsuváttan.
Heilsuváttan er galdandi í tvey ár.
Leinkja til heimasíðuna hjá Turið Holm Johannesen er her: www.sjovinnulakni.fo.
Kunning um innihald og kostnað á flestu førleikaskeiðum kanst tú lesa meiri um hjá skeiðspartnarum okkara: www.trainor.no & www.trainingportal.no.