Faroe Offshore Service hevur áhaldandi tørv fyri starvsfólki at arbeiða á verkætlanarstøði (projektbasis).
Er tú elektrikkari, maskinmaður, smiðjur ella sveisari, so er tú vælkomin at lata okkum tínar persónligu upplýsingar.
Sum starvsfólk hjá Faroe Offshore Service umboðar tú okkara felag, og ert okkara andlit úteftir, og seta vit tí okkara álit á teg sum starvsfólk.
Títt arbeiði er viðvirkandi til, at vit kunnu fáa uppgávur, sum tær dámar.
Tí mást tú leggja teg eftir at liva upp til niðanfyristandandi:
- Ver so fjøltáttaður sum gjørligt
- Ver vinarligur og umgangiligur yvirfyri arbeiðsleiðarum og arbeiðsfelagum.
- Fylg altíð leiðbeiningum hjá okkara viðskiftafólki.
Tá tú ert “mobiliseraður” fyri okkum er Faroe Offshore Service tín formelli arbeiðsgevari. Gev tí hesum gætur:
- Fráboða altíð Faroe Offshore Service um tú ikki kanst møta til arbeiðis til ásetta tíð. – uttan mun til orsøk. Vit seta okkum í samband við kundan.
- Eru trupulleikar, tosa so við okkum á Faroe Offshore Service.
Hjá kundum okkara, og hjá Faroe Offshore Service hevur tú tagnarskyldu um øll handils- og rakstrarviðurskifti. Onkrir av kundum okkara vilja krevja, at tú undirskrivar egið “tagnarskyldis-skjal”.
SKRÁSET TEG HER og send okkum ein teldupost. Vit seta okkum ísamband við teg líkja so skjótt sum tørvur er fyri tí.