Ein álitandi veitari av arbeiðsmegi til olju- og gassídnaðin, bæði On- & Offshore
Ísambandi við veiting av arbeiðsmegi syrgir Faroe Offshore Service fyri øllum tí praktiska ísambandi við at finna fram starvsfólk, at velja út starvsfólk, flutning av starvsfólki til og frá arbeiðsstaði, at tryggja starvsfólk, at veita alla persónliga verndarútgerð og arbeiðsamboð.
Í tøttum samstarvi við norska NAV, føroyska TAKS, Almannastovuna og Skatteetaten i Norge syrgir Faroe Offshore Service fyri frítøku av almennum gjøldum vegna starvsfólkið, har hetta er ynskiligt, og roknar og krevur inn skatt fyri norsku mynduleikarnar.