West Alpha, vetrarklárgering
(1. juni 2014) Boripallurin West Alpha, hjá North Atlantic Drilling, verður í hesum døgum høvuðsumvældur á skipasmiðjuni hjá Westcon í Ølen í Norra.
Ein stórur partur av umvælingini umfatar eina sokallaða vetrarklárgering av pallinum, har allar gongubreytir, øll rekkverk, allar trappur, rør og ventilar við meira verða viðgjørd við sokallaðum “heat trace” hita-kaðalum og serframleiddum gonguteiga-hitaelementum.
Hesa risa-verkætlan hevur GMC-Elektro í Stavangar átikið sær við Faroe Offshore Service sum undirveitarar.
Kilometrar av nýggjum el-kaðalum verða innstallerðir, nýggjar talvur framleiddar og monteraðar, í hundraðtali av el-boksum uppsettar og íbundnar og út ímóti 1000 stk. av serframleiddum “gongu-teiga” hitaelementum verða monterað og sveisað í pallin av hugagóðaum starvsfólki frá GMC og Faroe Offshore Service.
Nógvir starvsmenn hjá Faroe Offshore Service eru knýttir at West Alpha verkætlanini, ið skal verða liðug í fyrru hálvu av juli 2014, tá boripallurin skal í arktiskt øki at bora.