Til Korea sum el-ráðgevarar
(15. august 2014) Í seinastu viku fóru 5 mans frá Faroe Offshore Service til Hyundai Heavy Industries skipasmiðjuna í Korea at leggja koreanum lag á NORSOK standard innan el-innleggingar, og í aðru vika fara 8 teir teir næstu avstað til somu verkætlan.
Grein úr oljan.fo:
FPSO Goliath, ið italska oljufelagið felagið ENI letur byggja í Korea, er vorðin ein av heimsins dýrastu framleiðslupallum, og leveringin er longu útsett í fleiri umførum. FPSO Goliath verður bygdur til at virka á fyrsta oljuøkinum í Barentshavinum, ið verður nevnt Goliath, og síðani byrjan er kostnaðurin at byggja pallin hækkaður tíggjutals milliardir norskar krónur. Seinastu almennu tølini frá byggjarínum siga, at pallurin kemur at kosta 38,5 milliardir norskar krónur, og er hetta so nógv meiri enn upprunaliga ætlað.
Skulu upplæra koreanar um NORSOK
Jógvan Eliasen, sølu- & marknaðarleiðari frá Faroe Offshore Service, sigur í viðmerking við oljan.fo , at FOS hevur fingið møguleika at lata upp til 15 av 40 norðurlendskum el-konsulentum, ella “supervisors”, sum tað eisini verður kallað, ið verða sendir til Korea at leggja lokalum veitarum lag á at fremja el-innleggingarnar á FPSO Goliath eftir NORSOK standardi.
90 dagar í fyrsta umfari
Uppgávan er mett at vara í stytsta lagi 90 dagar, og fer væntandi at vara árið út, og føroysku handverkararnir koma at arbeiða í Korea í fýra vikur í senn. Umframt at arbeiða sum vanligir elektrikkarar, hevur Faroe Offshore Service váttað yvirfyri kundanum, ið stendur fyri norska el-arbeiðinum umborð, at hvør elektrikkari skal vera førur fyri at hava 3- 4 lokalar elektrikkarar sum næmingar, og at leggja teimum lag á at nýta NORSOK standardin, ið verður nýttur um okkara leiðir.
“FPSO Goliath skal jú enda í Barentshavinum, so vit á Faroe Offshore Service vóna, at hendan verkætlanin kann verða byrjanin til varandi samstarv við veitaran til ENI, - eisini eftir at pallurin er komin í Barentshavið at liggja”, sigur Jógvan Eliasen frá FOS við oljan.fo.