Í Korea sum pakka-verkfrøðingur
(1. juli 2014) Seinasta mánaðin hevur leirvíkingurin Emil Sofus Jacobsen verið útleigaður frá Faroe Offshore Service til Samsung skipasmiðjuna í Suður Korea, sum pakka-verkfrøðingur til Teekay fyritøkuna, ið byggir eitt av heimsins mest framkomnu FPSO skipum á skipasmiðjuni.
Petrojarl Knarr er navnið á FPSO skipinum hjá altjóða fyritøkuni Teekay, ið Emil arbeiðir fyri í Korea. Sum pakkaverkfrøðingur er Emil við at leggja tilrættis tey el-arbeiðir, ið skulu gerast umborð til skipið er komið til Europa, og klárt til at fara í vinnu á Knarr feltinum á norskum sokkli. Petrojarl Knarr varð formelt latið eigarunum tann 30. juni og fer væntandi úr Korea tann 7. juli. Heimferðin verður umvegis Mauritius og Las Palmas, og Petrojarl Knarr skal á feltið í september mánaða í ár.
Í samstarvi við Faroe Offshore Service, og norska felagið Tratec Offshore Solutions, fara føroyskir elektrikkarar og smiðjir at verða við á heimferðini , og at veita el- og mekaniskar tænastur frá tí at skipið er komið til Las Palmas og víðari til Noregs.
Avtalan ímillum partarnar fevnir eisini um viðlíkahald á skipinum í eitt ár fram á feltinum í Norra, við møguleika fyri leinging av sáttmálanum. Rotasjónin verður 14 /28.